fbpx
 

Bakstøðumennari (Back-end developer)

Faroese
English

Reykjavík, Ísland

Umsóknarfreist: Aug 26, 2019

Søk starvið her

Starvslýsing

Eins og tólbúnaður (hardware) og framstøðuskipanir (front-end systems), mugu bakstøðuskipanir mennast. Bakstøðuskipanirnar og dátugrunnarnir stuðla uppundir tólbúnað og framstøðuskipaninar. Tólbúnaður og fastbúnaður (firmware) hjá Globe Tracker samskifta við bakstøðuskipaninar, sum framstøðuskipaninar hava atgongd til.

Í løtuni eru bakstøðuskipaninar grundaðar á tøknir sum MySql, Spring Boot og Maven.

Ein partur av tí at arbeiða við bakstøðuskipanum fevnir um at skilja og at arbeiða við verkætlanum saman við bæði fastbúnaðar- og framstøðu-toymunum. Royndir við bakstøðuskipanum og -tøknum er ein fyrimunur.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til:
CTO, Michael Thomsen á tel. +298 501001 ella michael.thomsen@globetracker.com.

Um Globe Tracker

Globe Tracker er leiðandi framleiðari og mennari av útgerð og forritum til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.

Fyri stuttum gjørdi Globe Tracker avtalu við Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelag í heiminum, um útgerð og forrit til stýring av øllum teirra 100.000 kølibingjum.

Globe Tracker er eitt fjararbeiðsvinarligt arbeiðspláss við høvuðsskrivstovum í Føroyum, Íslandi og Florida (USA).

Eitt vaksandi tal av stórum avtalum og kundum ger, at Globe Tracker ynskir at økja um førleikarnar innan menning og sniðgeving av ritbúnaði.

Hjá Globe Tracker er nýskapan okkara vørumerki. Ein ung og dynamisk fyritøka, við fleirtjóða kundum og starvsfólkum, ið arbeiða kring allan knøttin, ger Globe Tracker til eitt spennandi arbeiðspláss, har møguleiki er fyri at vaksa saman við fyritøkuni.

Søk starvið her

Starvsstaður