fbpx
 

Framstøðumennari (Front-end developer)

Faroese
English

Tórshavn, Føroyar

Umsóknarfreist: Aug 26, 2019

Søk starvið her

Starvslýsing

Støðug menning av grafiska brúkaramarkamótinum og appunum, sum vit veita okkara kundum, er altavgerandi fyri, at Globe Tracker framhaldandi kann vera í fremstu røð. Tí styrkja vit um toymið av framstøðumennarum.

Í løtuni brúka vit tøknir sum Spring Boot, Spring MVC og Maven at binda saman grafiska brúkaramarkamótið við bakstøðuskipaninar. Til sýningarlagið (view layer) brúka vit eina røð av tøknum, sum til dømis React Native, Bootstrap, Backbone, Handlebars og Google APIs til kort, visualiseringar og GeoCoding.

Tó at tað er ein fyrimunur at hava royndir við brúkaramarkamótum og brúkaraupplivilsum (UI/UX) og at menna appir og vevskipanir, so heita vit eisini á tey, sum júst eru liðug á fróðskaparsetri/universiteti at søkja.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til:
CTO, Michael Thomsen á tel. +298 501001 ella michael.thomsen@globetracker.com.

Um Globe Tracker

Globe Tracker er leiðandi framleiðari og mennari av útgerð og forritum til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.

Fyri stuttum gjørdi Globe Tracker avtalu við Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelag í heiminum, um útgerð og forrit til stýring av øllum teirra 100.000 kølibingjum.

Globe Tracker er eitt fjararbeiðsvinarligt arbeiðspláss við høvuðsskrivstovum í Føroyum, Íslandi og Florida (USA).

Eitt vaksandi tal av stórum avtalum og kundum ger, at Globe Tracker ynskir at økja um førleikarnar innan menning og sniðgeving av ritbúnaði.

Hjá Globe Tracker er nýskapan okkara vørumerki. Ein ung og dynamisk fyritøka, við fleirtjóða kundum og starvsfólkum, ið arbeiða kring allan knøttin, ger Globe Tracker til eitt spennandi arbeiðspláss, har møguleiki er fyri at vaksa saman við fyritøkuni.

Søk starvið her

Starvsstaður