fbpx
 

Góðskuleiðari

Faroese
English

Tórshavn, Føroyar

Umsóknarfreist: Aug 26, 2019

Søk starvið her

Starvslýsing

Fokus á góðskutrygging er altavgerandi fyri alla væleydnaða menning av ritbúnaði. Sum Globe Tracker veksur, vilja vit tryggja okkum góðar og haldførar tilgongdir at menna, testa, dokumentera og veita brúkarastuðul til tey produktini, vit veita.

Við stórum fleirtjóða kundum mugu vit stremba eftir altíð at veita hægstu góðsku og at hava bestu tilgongdirnar at tryggja, at felagið framhaldandi arbeiðir effektivt og livir upp til tað, sum kundarnir vænta av okkum.

Tann rætti persónurin til hetta starvið hevur eina viðkomandi útbúgving og royndir at arbeiða við góðskutrygging. Tað er eisini ein fyrimunur at hava aðrar royndir ella formliga útbúgving innan sniðgávu og menning av ritbúnaði (software).

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til:
CTO, Michael Thomsen á tel. +298 501001 ella michael.thomsen@globetracker.com.

Um Globe Tracker

Globe Tracker er leiðandi framleiðari og mennari av útgerð og forritum til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.

Fyri stuttum gjørdi Globe Tracker avtalu við Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelag í heiminum, um útgerð og forrit til stýring av øllum teirra 100.000 kølibingjum.

Globe Tracker er eitt fjararbeiðsvinarligt arbeiðspláss við høvuðsskrivstovum í Føroyum, Íslandi og Florida (USA).

Eitt vaksandi tal av stórum avtalum og kundum ger, at Globe Tracker ynskir at økja um førleikarnar innan menning og sniðgeving av ritbúnaði.

Hjá Globe Tracker er nýskapan okkara vørumerki. Ein ung og dynamisk fyritøka, við fleirtjóða kundum og starvsfólkum, ið arbeiða kring allan knøttin, ger Globe Tracker til eitt spennandi arbeiðspláss, har møguleiki er fyri at vaksa saman við fyritøkuni.

Søk starvið her

Starvsstaður