fbpx
 

Ritbúnaðararkitektur (Software architect)

Faroese
English

Tórshavn, Føroyar

Umsóknarfreist: Aug 26, 2019

Søk starvið her

Starvslýsing

Ritbúnaðar- og platformsarkitektururin hjá Globe Tracker má mennast samsvarandi skjótt broytandi krøvunum og vera samanhangandi tvørtur um produktir og platformar hjá Globe Tracker.

Vit leita eftir einum, sum, saman við øðrum dugnaligum mennarum og starvsfólkum hjá Globe Tracker, kann tryggja, at arkitektururin framhaldandi stuðlar uppundir forrætningsætlaninar og produktkrøvini, sum støðugt broytast.

Rætti persónurin til hetta starvið hevur eina viðkomandi hægri útbúgving og royndir at arbeiða við sniðgávu av ritbúnaðararkitekturi, sum stuðlar uppundir málini hjá forrætningini. Starvið fevnir eisini um verkætlanarleiðslu og at arbeiða við at íverkseta loysnir saman við starvsfólkum í øllum pørtum av Globe Tracker.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til:
CTO, Michael Thomsen á tel. +298 501001 ella michael.thomsen@globetracker.com.

Um Globe Tracker

Globe Tracker er leiðandi framleiðari og mennari av útgerð og forritum til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.

Fyri stuttum gjørdi Globe Tracker avtalu við Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelag í heiminum, um útgerð og forrit til stýring av øllum teirra 100.000 kølibingjum.

Globe Tracker er eitt fjararbeiðsvinarligt arbeiðspláss við høvuðsskrivstovum í Føroyum, Íslandi og Florida (USA).

Eitt vaksandi tal av stórum avtalum og kundum ger, at Globe Tracker ynskir at økja um førleikarnar innan menning og sniðgeving av ritbúnaði.

Hjá Globe Tracker er nýskapan okkara vørumerki. Ein ung og dynamisk fyritøka, við fleirtjóða kundum og starvsfólkum, ið arbeiða kring allan knøttin, ger Globe Tracker til eitt spennandi arbeiðspláss, har møguleiki er fyri at vaksa saman við fyritøkuni.

Søk starvið her

Starvsstaður