fbpx
 

Trygdarmennari

Faroese
English

Tórshavn, Føroyar

Umsóknarfreist: Aug 26, 2019

Søk starvið her

Starvslýsing

Tað hevur alsamt størri týdning, at bæði Globe Tracker og okkara kundar verða verandi trygg og at vit framhaldandi fokusera á teldutrygd. Bæði fyri at verja virkisskipanir, produktir og okkara kundar. Fyri at styrkja um hetta leita vit eftir einum persóni, sum hevur førleikarnar og vitanina at dríva teldutrygdararbeiðið.

Tann, ið sett/ur verður í starv, fer at luttaka í sniðgávu og menning av ritbúnaði (software), og fer at geva sítt íkast við førleikum og einum sterkum fokusi á teldutrygd í øllum tilgongdum.

Rætti persónurin hevur eina viðkomandi hægri útbúgving og royndi at arbeiða við ymiskum teldutrygdarevnum, frá at tryggja innanhýsis lutir til sniðgávu og menning av skipanum.

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, kanst tú venda tær til:
CTO, Michael Thomsen á tel. +298 501001 ella michael.thomsen@globetracker.com.

Um Globe Tracker

Globe Tracker er leiðandi framleiðari og mennari av útgerð og forritum til sporing, eftirlit og stýring av bingjum.

Fyri stuttum gjørdi Globe Tracker avtalu við Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelag í heiminum, um útgerð og forrit til stýring av øllum teirra 100.000 kølibingjum.

Globe Tracker er eitt fjararbeiðsvinarligt arbeiðspláss við høvuðsskrivstovum í Føroyum, Íslandi og Florida (USA).

Eitt vaksandi tal av stórum avtalum og kundum ger, at Globe Tracker ynskir at økja um førleikarnar innan menning og sniðgeving av ritbúnaði.

Hjá Globe Tracker er nýskapan okkara vørumerki. Ein ung og dynamisk fyritøka, við fleirtjóða kundum og starvsfólkum, ið arbeiða kring allan knøttin, ger Globe Tracker til eitt spennandi arbeiðspláss, har møguleiki er fyri at vaksa saman við fyritøkuni.

Søk starvið her

Starvsstaður